Ein fjallarevur, enn ikki ársgamal, hevur lopið hvøkk á granskarar á norska polargranskingarstovninum.
Revurin av slagnum, sum eisini verður róptur polarrevur, varð merktur á Svalbarð í fjør við einum hálsbandi við gps-sendara, og granskarar hava síðan kunnað fylgt ferðini. Hvølpurin varð sleptur á Spitsbergen í Svalbarð 26. mars 2018, og 21 dagar seinni spákaði hann á land í Grønlandi fyri síðan at taka leiðina víðari til Kanada.
Her sæst leiðin á einum korti, sum granskararnir hava gjørt burtur úr signalunum, sum komu frá hálsbandinum:
- Fyrst trúðu vit ikki okkara egnu eygum. Vit hildu, at hann kanska var deyður og var tikin upp í eitt skip. Men tað eru eingi skip har í økinum, sigur Eve Fuglei á Norsk Polarinstitutt við NRK.
Úr Grønlandi gekk fjallaregurin 1.994 kilometar víðari og endaði norðuri í Ellsmere Island í Kanada, bert 76 dagar eftir, at hann tók leiðina úr Svalbarð.
Tað er ikki longdin á ferðini, sum undrar granskararnar mest. Men tað er ferðin – revurin hevur ferðast umleið 150 kilometrar um samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald