Innanlands

Ungt summar aftur í ár

Eins og undanfarin ár, verða ymsar verkstovur í juli, har tað ber til hjá ungum millum 13 og 15 ár at menna síni skapandi evni

Í fjør vórðu verkstovur m.a. hildnar í e-sporti (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Í fjør vórðu verkstovur m.a. hildnar í e-sporti (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-06-17 14:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna skipar aftur í ár fyri tiltakinum Ungt Summar, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár.

Ungt summar hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í summar frítíðini.

Eins og seinastu tvey árini verða ymsar skapandi verkstovur hildnar í býnum í juli, har tað ber til hjá teimum ungu at menna síni skapandi evni við kønari vegleiðing frá tí ítøkiliga verkstovuleiðaranum.

Talan verður um ymsar verkstovur, ið eru á leið tríggjar dagar til longdar, ið øll 13-15 ára gomul í kommununi kunnu melda seg til. Allar verkstovurnar eru ókeypis. Tær flestu verkstovurnar eru frá kl.11-15 hvønn dag, men tó eru møguliga onkrar verkstovur, ið byrja fyrr, og eisini onkrar, ið byrja seinni.

Í fjør vórðu verkstovur m.a. hildnar í e-sporti, heimasíðuskapan, livestreaming, sangskriving, seyming, smúkkugerð og tekning. Nakrar av hesum verkstovum vera aftur í ár, meðan nýggjar verkstovur eisini verða lagdar afturat.

Ungt summar byrjar fyrstu vikuna í juli og varir á leið fram til ólavsøku.

Nærri upplýsingar um verkstovur, tíðarætlan, tilmelding v.m. verða lagdar út á torshavn.fo í seinnu helvt av juni.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder