Fríggjadagin 1. mars verður tiltakið Ungt virki í Atrium á Glasi.
Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar at læra, hvussu nýggjar vørur og tænastur mennast, og í ár kappast 140 næmingar í 35 bólkum um besta hugskotið, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.
Tey luttakandi, sum koma úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi í Havn, hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Haraftrat hava tey fingið frálæru í, hvat skal til fyri at stovna og reka egna fyritøku.
Kanningar vísa, at tey, sum fáa undirvísing í nýskapan og íverksetan, gleðast um at ganga í skúla og seta sær hægri mál fyri útbúgving og yrkisleið. Tey kenna eisini, at tey hava nakað at geva samfelagnum og eru bjartskygdari um framtíðina. Tey menna eisini fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið eru týdningarmiklir í yrkisleið teirra, skrivar Glasir.
Tiltakið Ungt Virki byrjar fríggjadagin klokkan 9.30 og endar klokkan 16, tá vinnarin verður kosin. Vinnarin umboðar Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn í mai mánaði, har teir 42 bestu bólkarinir úr ríkinum fara at dystast um besta hugskotið.
Ungt Virki er eitt samstarv við m.a. Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS og miðnámsskúlar og vinnulívið sum heild. Tey luttakandi hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og hugskotinum, og hava eisini fingið fíggjarligan stuðul frá Betri og ferðaseðlar frá Atlantic Airways.
Níggju dómarar úr føroyska vinnulívinum fara at meta um hugskotini. Í dómdsnevndini eru Regin Dalsgaard – Thetis (formaður), Sóley Hammer – Hugskotið, Magni Thomsen - Íverksetarahúsið, Marius Thomassen – Vinnuhúsið, Rói Poulsen – Nema, Pætur Trónd – Hotel Hafnia og Brandan, Michael Koba – Fixer, Anna Eystberg Hofgaard – Betri, og Bjarti Vitalis Mørk – Betri.
Skráin fyri dagin:
- 08.00 – 09.15: Næmingar prýða básar – Glasir bjóðar luttakarum morgunmat í kantinuni (ókeypis kaffi fæst allan dagin)
- 09.15 – 09.25: Høgni Hoydal, Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, setir kappingina
- 09.25 – 09.30: Kunning um kappingina og praktisk viðurskifti
- 09.30 – 10.30: Dómarar vitja teir 35 básarnar á 3. hædd
- 10.30 – 12.10: Framløgur hjá luttakandi bólkum (4. min. pr. bólk) 18 bólkar í Atrium og 17 bólkar stóra fyrilestrarsalinum (st. 105)
- 12.10 – 12.40: Døgurðasteðgur – Glasir bjóðar luttakarum døgurða í kantinuni
- 12.40 – 15.15: Framsýning: Bólkarnir sýna fram hugskotini hjá sær á básunum
- 12.40 – 14.30: Samrøður við dómsnevndina (10 min. pr. bólk)
- 14.30 – 15.15: Dómsnevndin metir um samlaðu avrikini hjá bólkunum
- 15.15 – 15.25: Vinnarin verður kosin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald