2024-07-26 08:26
Løgreglan var í gjár úti við ferðmátaranum í Kollafirði á einum strekki har loyvt er at koyra 80 km/t.
Ein ungur bilførari sum hevði havt koyrikort í minni enn trý ár, koyrdi væl skjótari enn loyvt er, og var máldur til 133 km/t. Av tí at hann er nýggjur bilførari, fær hann koyriforboð. Hann má tískil lata bilin standa, til koyrikortið er tikið um aftur.
Tveir aðrir bilførar vóru eisini tiknir. Ein koyrdi 104 km/t og var akkurát á markinum til eitt klipp, men hann fær bara bót. Hinvegin koyrdi hin 105 km/t, og hann fær tí klipp í koyrikorti umframt bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald