2024-05-19 09:32
Tað kemur meira enn so fyri, at fólk ringja til løgreguna at boða frá bilførarum sum koyra óstøðugt ella skilaleyst.
Um fimm tíðina í nátt var tað ein ungur bilførari sum koyrdi við nógvari ferð og skilaleyst í bygdum øki. Førarin, sum hevur havt koyrikort í tvey ár, var tikin og skuldsettur fyri hetta.
- Tað vísir seg ofta, at tað eru bilførarar sum ikki hava havt koyrikort serliga leingi, sum finna uppá at koyra uppá hendan mátan. Og soleiðis var eisini í hesum føri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í norgun.
Løgreglan fekk eisini eina aðra fráboðan um onkran, sum koyrdi óstøðugt. Tann bilførarin var kannaður og har vísti alt seg at vera í lagi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald