
Seint í gjárkvøldið varð boðað frá harðskapi í Steinatúni í Havn.
Talan var um eini átta unglingar, sum løgdu á ein javngamlan drong, og endaði tað við, at hann mátti á skaðastovuna.
Ungi drongurin er longu útskrivaður aftur. Hann hevur fingið nakrar snuddir, og møguliga heilaskjálvta eisini, sigur løgreglan.
Unglingarnir vóru allir um 15-16 ára aldur.
Nakrar avhoyringar eru gjørdar í málinum, men fleiri skulu gerast afturat. Av tí at talan er um so ung fólk, kann hetta taka eitt sindur av tíð at leggja til rættis, m.a. tí at barnaverndin eisini verður blandað uppí, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald