Á ársins Summar Festivali verður fjølbroytt barnakonsert á Vágsbø seinnapart leygardag. Tá fer eitt nú rockbólkurin Anua at spæla.
Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.
Auna er ein bólkur við ungum og lokalum tónleikaspírum. Tónleikararnir eru 11 og 12 ára gamlir, úr Klaksvík og eru partur av ListaRok, ið Klaksvíkar kommuna varðar av saman við Hans Edwardi Andreasen.
Adrenaline, sum seinastu árini hevur gjørt um seg, hevur verið partur av hesum sama átaki.
Anua framførdi á heiðurskonsertini fyri Straight Ahead í Varpinum, og nú fáa teir møguleikan at spæla á landsins størsta konsertpalli á Vágsbø.
Teir fýra tónleikararnir í Anua eru Nóa Mc.Leod Andreasen (gittar og sang), Uni Sørensen (trummur), Áron Ragnarson (bass) og Aron Sigurðsson (gittar og sang).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald