2023-12-12 19:45
Ein 17 ára gamal maður varð í dag funnin sekur og dømdur fyri at neyðtaka eina javnaldrandi kvinnu í fjør. Hetta er farið fram í Havn í aprílmánað í fjør.
Hann fekk hálvt annað ára fongsulsrevsing, veit Kringvarpið. Tó eru 12 mánaðirnir av fongsulsrevsingini treytaðir.
Maðurin noktar seg sekan, og báðir partar umhugsa at kæra dómin.
Samtykkilógin kom ikki fyrr enn 1. juni í fjør, so hetta málið kemur ikki undir ta lógina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald