Ein ungur maður varð í gjárkvøldið skuldsettur fyri bæði at koyra bil uttan koyrikort og fyri at hava ”amboð til hassjroyking” í varðveiðslu.
Tað var um 19-tíðina í gjárkvøldið, at ein løgreglupatrúlja støðgaði einum ungum bilrørara, sum vísti seg at koyra, hóast hann hevði fingið rætt sín at koyra bil frádømdan.
Undir prátinum við mannin fingu politistarnir onkran illgruna, og ynsktu at kanna bilin nærri. Og her vísti tað seg, at maðurin hevði ólóglig amboð til hassjroyking í bilinum, og maðurin verður tí eisini skuldsettur fyri brot á lógina um rúsevni.
Seinni í gjárkvøldið – beint fyri midnátt – varð ein annar bilførari støðgaður í høvuðsstaðnum undir illgruna fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður. Alkometrið vísti, at okkurt var í blóðinum, og maðurin varð tí tikin við á Landssjúkrahúsið at taka eina blóðroynd. Úrslitið av teirri blóðroyndini skal vísa, um ákæra um rúsdrekkakoyring verður reist móti bilføraranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald