Mentan

Ungur svenskur sangari fær norðurlendska málvirðisløn

Victor Leksell brýtur niður málforðingar við vælumtókta sangi sínum ‘Svag’

(Mynd: norden.se)

(Mynd: norden.se)

2020-12-22 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

23 ára gamli svenski sangarin, Victor Leksell, fekk í gjár handað norðurlendsku málvirðislønina fyri 2020. Hann fær virðislønina fyria t hava brotið landamørk og málforðingar við sínum sangi og tónleiki, serliga fyri stóra norðurlendska hittið hjá honum ‘Svag’.

Virðislønin varð handað miðskeiðis á Svinesundbrúnni á markinum millum Svøríki og Noreg.

Tað var sangarin Elisabeth “Bettan” Andreassen, sum handaði heiðurin saman við forkvinnunum fyri Foreningen Norden í Noregi og Svøríki, ávikavist Tone Trøen og Åsa Torstensson. Virðislønin er eitt listaverk eftir Per Fronth.

Victor Leksell gjørdist gitin í Skandinavia í ár við sanginum ‘Svag’. Lagið er tað mest spælda á Spotify í Noregi og Svøríki, og eisini mest spældi sangurin á skandinaviskum máli nakrantíð. Við yvir 155 milliónum spælingum, hevur ungi sviin skapt ein nýmótans klassikara.

Norðurlendska málvirðislønin 2020 fer til Victor Leksell fyri at hava broti málforðingarnar. Í niðurlagnum syngur Leksell “Du rivar mina murar”, og tað er júst tað, sum hesin heiðurslønarvinnarin ger við tónleiki sínum. Í eini tíð við stongdum landamørkum hevur Leksell víst á samanhaldið, sum vinst í norðurlendska mentanarsamstarvinum, segði forkvinnan í dómsnevndini, Tone Trøen, forseti fyri stórtingið og forkvinna fyri norrøna felagið í Noregi.

Tað er norrøna felagið í Noregi, sum handar persónum ella felagsskapum henda heiður fyri at hava gjørt eitt serligt íkast fyri at økja um málfatanina yvir landamørk í Norðurlondum.

Tey, ið fyrr hava fingið heiðurslønina eru hesi: Fredrik Skavlan (2010), Timbuktu (2011), Ghita Nørby (2012), Vigdís Finnbogadóttir (2013), Jakob Oftebro (2013), Martti Ahtisaari (2015), sjónvarpsrøðin Skam (2016) Ingvar Kamprad (2017), Sofie Gråbøl (2018) og Inger Nilsson, ið spældi leiklutin sum Pippi Smokkuleggur (2019).

Herundir ein filmur, har Victor Leksell syngur ‘Svag’ saman við norsku Astrid S júst á Svinesundbrúnni millum Noreg og Svøríki.

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder