
Flóttafólkastovnurin undir ST, UNHCR rósar nú Føroyum fyri íkastið, sum almennu Føroyar hava gjørt fyri at verja fólk, ið flýggja undan krígnum í Ukraina.
Danska deildin av UNHCR hevur í dag sent út tíðindaskriv á enskum og donskum, har greitt verður frá føroyska íkastinum.
Víst verður á, at Føroyar í fjør góvu eitt íkast, sum í ár er vorðið vorðið nógv størri. Hetta flokkar Føroyar millum londini, ið lata mest í hjálp í mun til fólkatalið.
- Takkað verið hesum íkastum eru vit før fyri at hjálpa nógvum av teimum, ið eru flýdd undan krígnum, bæði innanlands í Ukraina og til onnur lond. Føroyska gávumildnið eigur at vera íblástur fyri onnur lond, sigur Henrik M. Nordentoft, sum er UNHCR-umboð fyri Norður- og Baltalond í tíðindaskrivinum.
Í fjør fíggjaðu Føroyar UNHCR á fyrsta sinni við einari millión krónum í Ukraina-hjálp. Í 2023 er hetta hjálpin økt til 7 milliónir krónur.
Mett verður, at ein triðingur av øllum borgarunum í Ukraina eru flýdd frá heimum sínum, og tørvurin á hjálp er tí stórur. Yvir 8 milliónir ukrainskir flóttar eru skrásettir í øðrum evropeiskum londum og yvir 5,3 milliónir eru flóttar í egnum landi, skrivar UNHCR.
Tað er ikki bara í Ukraina, at ST-stovnurin arbeiðir við at hjálpa flóttafólkum. Í fjør vóru yvir 100 milliónir fólk, ið eru rýmd heiman orsaka av ófriði, harðskapi og forfylging. Eitt nú í Sýria, Myanmar, Venesuela, Suðursudan, Jemen, Afganistan og DR Kongo.
Tá málið um hjálp til Ukraina var til viðgerðar á løgtingi vóru fleiri andstøðulimir, sum fýltust á, at Ukraina-hjálpin varð latin UNHCR. Hesi hildu, at hjálpin varð betur latin gjøgnum føroyskar felagsskapir, sum eisini virka í Ukraina.
Alt tíðindaskrivið frá UNHCR kann lesast her


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald