Í morgun varð váttað, at Uni Rasmussen verður nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Løgmansskrivstovan boðar nú frá, at móttøka verður fyri nýggja landsstýrismanninum seinnapartin.
– Ein lítil móttøka verður í Tinganesi kl. 13.30 í dag, í samband við at løgmaður ferð at tilnevna nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum. Móttøkan er ikki almenn, men fjølmiðlarnir eru vælkomnir, stendur í stuttu fráboðanini.
Uni Rasmussen hevur verið tinglimur síðani valið í 2019, tá hann fekk 464 atkvøður. Hann hevur hetta valskeiðið verið formaður í Trivnaðarnevndini og hjá Løgtingsgrannskoðarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald