Innanlands

Uni Rasmussen upp á tal sum fíggjarmálaráðharri

Tað ljóðar, at Fólkaflokkurin hevur valt at innstilla Una Rasmussen sum nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum

Sum 21 ára gamal gjørdist Uni Rasmussen blindur. Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og hevur arbeitt sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Eisini hevur Uni í fleiri ár verið stjóri á Hotel Runavík og býráðslimur í Eysturkommunu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-22 22:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólkaflokkurin hevur sitið stóran part av degnum í gjár og aftur í kvøld og fundast um, hvør skal taka yvir eftir Jørgen Niclasen sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Jacob Vestergaard hevur sambært miðlum verið upp á tal, men VP skilir í kvøld, at Fólkaflokkurin hevur innstillað Una Rasmussen sum nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum.

Flokkarnir innstilla landsstýrisfólk, sum løgmaður síðani tilnevnir.

Tað var í síðstu viku, at tað kom fram, at Jørgen Niclasen var tikin av løgregluni fyri at rúsdrekkakoyring. Sama dag sum hetta kom fram í miðlunum, legði hann frá sær sum landsstrýrismaður. Jørgen Niclasen er framvegis formaður í Fólkaflokkinum, og er farin aftur á ting fyri flokkin.

Uni Rasmusen hevur verið tinglimur síðani valið í 2019, tá hann fekk 464 atkvøður.

[object Object]Uni Rasmusen og Jacob Vestergaard í løgtinginum í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder