
Í løtuni hava fleiri sýrisk børn tørv á hjálp enn nakrantíð áður, síðan borgarakríggið í landinum breyt út fyri meira enn tíggju árum síðani.
Barnahjálparfelagsskapurin hjá ST, Unicef metir, at 9,3 milliónir børn í Sýri og grannalondunum hava tørv á hjálp.
Men peningurin til endamálið minkar, sigur Julietta Touma, talsfólk hjá Unicef, sum leggur afturat, at børnini ikki eiga at líða longur.
Sambært Unicef eru fleiri enn 6,5 milliónir børn í Sýria, sum hava tørv á neyðhjálp, og tað er hægsta talið, síðan kreppan í landinum byrjaði.
Í grannalondunum, sum fleiri sýrar hava leitað sær til, eru eisini 2,8 milliónir børn bundin av hjálp frá øðrum.
Kríggið í Sýria verður mett at hava kravt nærum eina hálva millión mannalív, meðan fleiri milliónir hava msit hús og heim.
Leiðarin hjá Unicef í Miðeystri sigur, sambært Ritzau, at nógvar familjur stríðast við at fáa endarnar at røkka saman, og at prísirnir á vanligum vørum bara vaksa, partvíst orsakað av støðuni í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald