Uttanlands

Unicef fingið søguliga stóra peningagávu frá Lego Fonden

Danski grunnurin Lego Fonden hevur latið nærum hálva mia. krónur til barnahjálparfelagsskapin – Peningurin skal brúkast til Covax-samstarvið, sum tryggjar koppingarevni til heimsins fátækastu lond

Hetta er størsta peningagávan, sum Unicef hevur fingið frá privatum gevara, til arbeiðið móti koronu (Savnsmynd)

Hetta er størsta peningagávan, sum Unicef hevur fingið frá privatum gevara, til arbeiðið móti koronu (Savnsmynd)

2021-09-26 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin lat danski Lego Fonden nærum eina hálva mia. – 444 mió. krónur – til arbeiðið hjá barnahjálparfelagsskapinum Unicef í Covax-samstarvinum.

Covax er eitt altjóða samtarv, sum skal tryggja koppingarevni til heimsins fátækastu lond.

Unicef upplýsir í tíðindaskrivi, at gávan frá Lego Fonden er tann størsta peningagávan til arbeiðið móti koronu, sum felagsskapurin hevur fingið frá privatum gevara.

Tilsamans hevur Lego Fonden latið 950 mió. krónur til Unicef. Peningurin skal hjálpa børnum og familjur teirra kring heimin, sum eru rakt av koronafarsóttini. Peningurin kann m.a. fíggja tvær koppsetingar av upp móti 14 mió. fólkum.

Peningurin frá Lego Fonden skal framskunda koronukoppseting av heilsustarvsfólkum, lærarum, námsfrøðingum og øðrum umsorganarfólkum. Hetta skal fáa børnini skjótari aftur í skúla og aftur til ein vanligan gerandisdag, skrivar Ritzau.

Lego Fonden eigur 25 prosent av Lego-samtakinum, sum er stýrt av familjuni handan leikufyritøkuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder