Uttanlands

Unicef: Í minsta lagi 13000 børn dripin í Gaza

Harumframt eru túsundatals børn særd og í vanda fyri at svølta

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-03-18 16:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 7. oktober eru yvir 13.000 børn dripin í ísraelskum álopum á Gazageiran.

Tað sigur barnarættindafelagsskapurin hjá ST, Unicef, sambært Reuters.

Catherine Russell, stjóri í Unicef sigur í samrøðu við amerikanska CBS, at tey ikki hava sæð so høg deyðstøl millum børn "í nærum nakrøm øðrum stríði í heiminum".

Hon leggur afturat, at túsundatals onnur børn eru særd og í vanda fyri at svølta.

– Eg havi vitjað nakrar sjúkrahússtovur, har børn, sum eru sera undirfødd, liggja. Tey eru heilt friðarlig, tí eingin teirra - heldur ikki pinkubørnini - hava orku til at gráta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder