21.- 23. januar hittust rektarar og starvsfólk frá teimum 13 universitetunum, sum í fjør stovnaðu nýtt samstarv undir heitium EUNICoast.
Teirra millum var Martin Tvede Zachariasen umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum er boðið við í nýggja samstarvið.
Tað kann møguliga nevnast Europeiska Sjósetrið: Tey 13 europeisku universitetini í samstarvinum hava øll - so ella so - sjógvin til felags, og endamálið er at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við havinum í miðdepli, skrivar setur.fo.
- EUNICoast stendur fyri The European Alliance of Islands, Ports, and Coastal Territories, og Europanevndin, sum hevur góðkent felagsskapin, hevur eisini játtað samstarvinum 107,5 milliónir krónur í stuðli.
Maritima visjónin hjá "Sjósetrinum" er, at havið ikki er nøkur avmarking.
- Vit eru knýtt hvør at øðrum sjóvegis bæði mentanarliga og búskaparliga. Sjósetrið vil rudda slóð fyri nýggjari gransking og samstarvi millum oyggjar og havnir, og knýta sambond millum lesandi, undirvísarar, granskarar og vinnulív í hesum økjum.
Vantandi føroysk viðurkenning á summum økjum er tó ein avbjóðing og ger í hesum førinum, at Setrið ikki fær fíggjarligan stuðul sum hini í EUNICoast.
- Føroyar eru hvørki limir í europeiska økinum fyri hægri útbúgvingar (EHEA) ella Erasmus+ enn, og tí fær Setrið ikki gagn av játtanini sum hini universitetini í samstarvinum fáa. Tó fær Setrið somu møguleikar sum hini at taka lut í arbeiðinum í samstarvinum.
Rektararnir í samstarvinum skipaðu á fundinum í Póllandi arbeiðið, sum nú fer í gongd.
Til ber at lesa meira her.
Hetta eru tey 13 europeisku universitetini, sum eru í EUNICoast ella í Europeiska Sjósetrinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald