18. juni gav Ester Skála út staklagið "Unicorn" gjøgnum plátufelagið Tutl, og í dag kemur hon við tilhoyrandi sjónbandalagi.
Unicorn tekur okkum í ein heim við litur og glitur. Lagið snýr seg um lívsins mótstøður, har alt kann tykjast einsligt og dapurt. Tó sigur lagið, at har altíð er eitt ljós í endanum av tunnlinum og at vónin enn er har. Lagið snýr seg um at fylgja sínum dreymum, hóast mótstøðu. Tað snýr seg um ikki at leggja í hvat onnur halda um seg og at hvíla í sær sjálvum, tá er mann før/ur fyri at fara á ferð í tí stóru og víðu verð.
Sjálvt lagið er upptikið saman við Kristoffer Mørkøre í Kris-Stuff STUDIO. Møguleiki er at hoyra lagið á ymsum miðlum so sum Spotify, iTunes, og TikTok, og eisini ber nú til at síggja sjónbandalagið á YouTube ella við at trýsta á pílin omanfyri.
Tað er RACLIP, sum hevur staðið fyri upptøkuni. Sjónbandalagið er lituríkt, summarsligt og hóskar tí væl til hesa árstíð, nú summarið er í hondum.
Meira um "Unicorn"
Staklag:
Ester Skála (Sangur og lag)
Kristoffer Mørkøre (bassur, upptøka, mix, mastering)
Sjónbandalag:
Framleiðari: Ester Skála
Upptøka: Raclip
Makeup artist: Elsa Berg
Stylist: Elsa Berg
Hjálparfólk:
Ragnar Marr Erlandsson
Eyðrið á Fløghamri
Tinna Andriasardóttir Jacobsen
Sjónleikarar:
Ester Skála
Eyðrið á Fløghamri
Rebekka S. Felicia Zachariasen
Heidi Káradóttir Mikkelsen
Ásla Olsen
Kezia Zachariasen
Ingileyg Andrasdóttir Skaalum
Stuðul:
Tórhavnar Kommuna
Mentunargrunnurin
Tutl Records
Koda Føroyar
Gramex
Ùtgivið av Tutl Records
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald