Innanlands

Unn Mortensen 25 ára starvsdag í vøggustovuni Stella Maris

Fríggjadagin var ein hátíðarløta fyri Unn Mortensen, sum í ár hevur starvast í 25 í Vøggustovuni Stella Maris í Havn

2022-04-10 12:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin var ein hátíðarløta fyri Unn Mortensen, sum í ár hevur starvast í 25 í Vøggustovuni Stella Maris.

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen segði nøkur orð og handaði henni eina gávu fyri trúgva og góða tænastu øll hesi árini.

“Eg havi frætt, at starvsfólkini her vóru sera fegin, tá tú flutti til Havnar, tí líka síðani hevur tú syrgt fyri, at klæðini verða vaskað og at uppvaskið verður tikið.

Og tú hevur staðið fyri innkeypinum. Og fullkomiliga líkamikið, hvussu veðrið hevur verið, so ert tú farin brótandi avstað við einum stórum smíli, staðfestandi, at “onkur má gera tað”, segði Heðin Mortensen m.a. í røðuni.

Heilt nógv fólk vóru komin saman at heilsa uppá Unn – bæði gamlir starvsfelagar, leiðarar og familjan úr Suðuroynni og Havn.

Unn Mortensen er eisini eitt kent andlit innan føroyska ítróttarheimin og hevur eisini luttikið í nógvum altjóða ítróttarkappingum.

Heðin Mortensen vísti á, at Unn er ítróttarfólk oman ein háls. Hon hevur vunnið nógv heiðursmerki innan fleiri ítróttargreinar, eitt nú boccia og borðtennis, bæði í Føroyum og uttanlands. So seint sum hósdagin vann Unn eitt gullheiðursmerki í borðtennis.

At enda segði borgastjórin: “Og so tað allarbesta – vit bæði halda við B36 og tú sæst til næstan allar dystir, bæði heima og úti. Og at vera so aktivur innan B36 krevur nógv, men gevur somikið meira.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder