Unn Paturson er sett í starv sum nýggjur bókasavnsvørður í Bókasavninum við Løkin.
Hesum boðar Runavíkar kommunma frá á heimasíðu sínari.
Unn er útbúgving bibliotekar DB frá 2002 og cand.scient.bibl. frá 2015. Hon hevur drúgvar royndir sum bókavørður frá Landsbókasavninum, og seinasta árið eisini frá Býarbókasavninum.
Bókasavnið við Løkin fær harvið ein bókasavnsvørð afturat. Men talan er ikki bert um eina setan til sjálvt bókasavnið, sum er staðsett í kommununi.
Samstundis sum Bókasavnið við Løkin verður uppraðfest við setanini av Unn Paturson, so fara onnur bókasavn at njóta ágóðan av tí.
- Umframt dagliga virksemið, fer Bókasavnið við Løkin í næstum undir at veita fólkabókasavnstænastu útum Runavíkar kommunu, til samstarvsbókasøvnini í Nes, Sjóvar, Kvívíkar, Vestmanna, Vága og Sørvágs kommunum, skrivar runavik.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald