Innanlands

Upp í 13 hitastig í morgin

Í dag er turt, meðan eitt sindur av avfalli verður í morgin

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-07-22 15:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið vísir seg frá síni betri síðu í dag við ongum avfalli og sól, meðan tað verður heitari í morgin.

Í dag minkar úr frískum vindi niður í gul av vestri og útsynningi, úr 8 niður í 4 m/s. Einki avfall, sól fram til í kvøld og hitin um 11 hitastig.

Í morgin minkar hann vindin eitt sindur niður í millum fleyr til andøvsgul av skiftandi ættum, millum 1 og 7,5 m/s. Tað regnar tað mesta av degnum, tó bert millum 0,1 og 0,2 mm. Um kvøldið regnar tó meira, millum 0,3 og 0,6 mm. Hitin liggur um 11 hitastig fyrrapartin, men veksur upp í 14 hitastig seinnapartin.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder