2020-12-27 21:25

Koyrilíkindini kring landið eru ikki serliga góð í kvøld. Nógvur vindur er í stórum parti av landinum, og srliga í Suðuroynni.
Á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum er kolandi stormur, í hvirlunum upp í 40 metrar um sekundið, og á Porkerishálsi er hvassur stormur, í hvirlunum upp í 42 m/s.
Hetta vísa veðurstøðirnar hjá Landsverki.
Eystanfyri Norðskálatunnilin eru upp í 39 metrar um sekundið, og á Gøtueiði eru 34 metrar um sekundið í hvirlunum.
Koyrilíkindini frá Landsverki síggjast ovast á Portal forsíðuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald