Næsta lítla samdøgrið verður rættiliga illsligt. Veðurstova Føroya sigur, at tað móti morgni í morgin verður upp í skrið ella storm av útsynningi.
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi:
Frískur vindur upp í strúk sunnan og av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið, ælaveður og í støðum tám.
Í kvøld veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s. Móti morgni upp í skrið ella storm, fyrst av útsynningi, sum síðani gongur upp í vestan, 18 til 23 m/s, í støðum upp í hvassan storm, 25 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður.
Hitin millum 7 og 9 stig.
Fyrrapartin í morgin minkandi vindur niður í frískan vind upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Skiftandi skýloft, ælaveður og í støðum tám. Hitin minkar til millum 4 og 7 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald