Innanlands

Upp í storm í kvøld

15 til 20 m/s í dag, og seinni í kvøld verður upp í 22 m/s

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-27 17:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir friðarligar dagar, er nógvur vindur í dag, og í kvøld verður upp aftur meira, sigur føroyska veðurstovan.

Nýggjasta forsøgnin er soljóðandi:

Hvassan vind ella skrið um eystan, 15 til 20 m/s, seinni í kvøld í støðum upp í storm, 22 m/s, samdrigið og eitt skifti seinni í kvøld og í nátt í støðum regn ella vátakavi, serliga sunnanfyri. Hósdagin strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, skýggjað og okkurt ælið við vátakava ella kava. Hitin 1 til 6 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder