placeholder
Innanlands

Upp ímóti 700 tilburðir í gjár

Seinastu dagarnar hevur talið ligið um 400. Í gjár vóru umleið 700 nýggir koronutilburðir staðfestir

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-18 13:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn eru tølini ikki klár, men landslæknaembætið upplýsir fyri Kringvarpinum, at 700 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í kanningunum í gjár.

Umleið 5000 kanningar vórðu gjørdar.

Tað, sum hevur verið avgerandi fyri farsóttina síðani byrjanina er, at Sjúkrahúsverkið ikki hoknar undan. Seinastu dagarnar hevur talið á innløgdum ligið støðugt á niðri á fimm. Dagføring upp á innleggingartal fyri í dag er ikki komin enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder