Millum 2.500 og 3.000 ukrainskir hermenn eru deyðir undir krígnum, meðan uml. 10.000 eru særd.
Tað vóru tølini, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj kom við í gjár í samrøðu við CNN.
Tað er ringt at siga, hvussu nógv av teimum særdu fara at yvirliva, sigur hann.
Til samanberingar hevur Russland mist millum 19.000 og 20.000 hermenn. Russland hevur tó bert viðurkent at hava mist 1.351 fólk.
Sambært Ritzau eru hesi tølini ikki váttað frá óheftari síðu.
ST metir, at túsundatals sivilfólk eisini hava latið lív undir krígnum, men sambært Zelenskyj er tað torført at seta eitt nágreiniligt tal á. Hetta er serliga tí, at russiskir hermenn blokera atgongdina til fleiri stórbýir í Suðurukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald