Klokkan hálvgun tíggju verður aftur fundur millum teir tríggjar formenninar í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum. Eitt av evnunum á fundinum fyrrapartin verður uttan iva fiskivinnuskipanin, sum hevur elvt til, at stígur er komin í samráðingarnar millum flokkarnar.
Sum skilst er tað ósemja um uppboðssøluna millum ávísar tinglimir í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, sum er orsøkin til hetta.
Í síðstu viku var nógv frammi um hjúnabandslógina, men sum Portalurin skilir er hetta eitt mál, sum verður parkerað næstu fýra árini.
Á middegi skal Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari og formaður í Sambandsflokkinum, á fund við løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu, at greiða frá gongdini í samráðingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald