Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum hevur, saman við Føroya landsstýri, gjørt av at geva møguleika fyri at leingja uppihaldsloyvini hjá ukrainum, sum hava fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini, til tann 17. mars 2028, boðar Vinnumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Núverandi uppihaldsloyvi ganga út tann 17. mars 2027.
– Enn er kríggj í Ukraina, og útlit eru ikki fyri, at kríggið endar í næstum. Ukrainar, sum eru riknir úr heimlandinum, hava tí framvegis tørv á fyribils vernd í øðrum londum, skrivar Vinnumálaráðið.
– Uppihaldið hjá burturriknu ukrainunum í Føroyum hevur sum heild gingið væl. Føroya landsstýri heldur tí, at ongin vansi er við at geva burturriknu ukrainunum møguleika fyri at verða verandi í Føroyum fram til 17. mars 2028.
Upprunaliga vórðu 250 fyribils uppihaldsloyvir latin burturriknum ukrainum, men fleiri ukrainar eru farnir av landinum aftur. Sambært Vinnumálaráðnum hava nú 161 burturriknir ukrainar fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald