![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nú koma fýra av bestu skemtarunum í Íslandi – og ein amatørur – til Føroya at framføra stand up komandi hós- og leygarkvøld.
Teir eru Donal Vaughan (ÍR), Þórhallur Þórhallson (ÍS).,Eggert Smári Sigurðsson (ÍS), Hugh Coverdale Jones (GB) og Dávur í Dali (FO).
Hetta eru menn, sum regluliga framføra á The Secret Cellar Comedy Club í Reykjavík, og sína millum hava teir vunnið fleiri altjóða stand up virðislønir. Ein loyniligur gestur, sum javnan er á palli í Føroyum, verður eisini við. Vit kunnu tó avdúka, at hon byrjar við A og endar við strið.
Uppistandið verður framført á enskum á Reinsaríinum og sýningin er umleið 100 minuttir long. Atgongumerki fáast á www.torsgota.fo
Um skemtararnar
Donal Vaughan er frá Írlandi og byrjaði sum skemtari í 2012. Hann hevur framført í Írlandi, Bretlandi, Íslandi, Svøríki, Týsklandi, Eysturríki, Hollandi, Slovakia, Kekkia, Kanada og Australia. Donal hevur vunnið fleiri altjóða virðislønir, m.a. vann hann í 2016 kappingina „Beat The Frog World Series“ í Stóra Bretlandi, har fleiri en 500 skemtarar luttóku, og var eisini sama ár í finaluni „Irish Comedian of the Year“.
Þórhallur Þórhallson er íslendingur og byrjaði sum skemtari í 2003. Hann hevur framført í Íslandi, USA, Skotlandi, Finnlandi og Kina. Þórhallur hevur m.a. vunnið Stuttligasti Maður Íslands í 2007, og hitað upp fyrir heimskendu skemtararnar Pablo Fransisco og Jon Lajoie. Eisini hevur hann framført við Bill Burr, og hevði høvuðsleiklut í íslenska skemtifilminum Mentor í 2020.
Eggert Smári Sigurðsson er íslendingur og byrjaði sum skemtari í 2019. Hann hevur framført í Íslandi, USA og Danmark, og er ein av eigarunum av The Secret Cellar Comedy Club í Reykjavík, har m.a. Bill Burr eisini hevur framført. Seinastu tvey árini hevur Eggert skipað fyrir einum ótali av stand up sýningum á The Secret Cellar og aðra staðni.
Hugh Coverdale Jones er breti og byrjaði sum skemtari í 2012. Hann hevur framført í m.a. Bretlandi, Íslandi, Týsklandi, Finnlandi, Suður Korea og Taiwan. Í 2019 vann hann „Spirit of the Fringe“ virðislønina fyri sítt stand up á Fringe festivalinum í Reykjavík.
Dávur í Dali er føroyingur og byrjaði sum skemtari í 2020. Hann er amatør, og hevur ongin avrik.
Astrið Gullborgardóttir er okkara loyniligi gestur (ikki siga nøkrum). Hon byrjaði sum skemtari í vár og síðan tá m.a. verið við á fýra sera væl umtóktum og útseldum Bart Út sýningum seinastu mánaðirnar.
Sí meira á www.torsgota.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald