Innanlands

Upplagið hjá bløðunum minkar

Samlaða upplagið hjá tíðindabløðunum er nú komið niður á 11.900 um vikuna. Tá tað var mest í 2006 var upplagið omanfyri 50.000 bløð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-27 19:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Upplagið hjá føroysku bløðunum er nógv minkað seinastu árini, og nú er tað farið undir 12.000 bløð.

Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni, sum júst hevur givið tølini út fyri 2020.

Sosialurin prentaði í fjør 6.100 eintøk um vikuna, sum er 400 bløð færri enn árið fyri. Dimmalætting og Norðlýsið hildu sama støðið í 2020 sum árið fyri, og prentaðu ávikavist 3.000 og 2.800 bløð hvør um vikuna.

Tá upplagið var størst vórðu 50.700 bløð prentað um vikuna. Hetta var í 2006, og tá komu sjey bløð út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder