Innanlands

Upplatingartiltak við Tjarnir næsta vikuskiftið

Stórhøllin verður avhendað næsta leygardag, og tá verður opið hús

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Articon)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Articon)

2025-02-09 20:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í vikuni fara tær stóru maskinurnar stillisliga trillandi av staðnum, og arbeiðsfólkini tveita handskar og hjálmar frá sær. 

Tá er bert eftir at handa leiðsluni við Tjarnir lykilin til stórhøllina.

Í hesum sambandi verður stórt upplatingartiltak leygardagin 15. februar kl. 11, har ið øll eru boðin til opið hús. 

- Hesin dagurin verður ein lítil brellbiti av tí, sum vit koma at uppliva her í framtíðini, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen / Articon)

Á gólvinum verður nógv at síggja: Ítróttafólk úr ítróttagreinum so sum hondbólti, fimleiki, kurvabólti, frælsum ítrótti, inniróðri, jiu-jitsu, flogbólti, darti, fótbólti og badminton fara at royna nýggja gólvið og vísa kynstur. Vitjandi sleppa eisini at royna seg – kravið er tó sjálvandi, at mann hevur innanduraskógvar við. 

Tendrað verður eisini fyri stóra skíggjanum undir loftinum, so hvør veit, um tú, ella onkur tú kennir, knappliga verður at síggja á skíggjanum. 

Sølubúðirnar bjóða pylsur, sodavatn og annað, og í matsøluni ‘í Føgrulíð’ kunnu vitjandi njóta ein kaffimunn og eitt kakustykki. 

- Vit hava glett okkum leingi, so nú fegnast vit um at kunngera hesi góðu tíðindini til alt Føroya fólk – og vit vóna sjálvandi at síggja nógv smíl og forvitin andlit, sigur Regin at enda.

Upplatingartiltakið verður leygardagin 15. februar frá kl. 11 til 17. 

Sí eisini: Myndir: Leggja síðstu hond á verkið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder