Uttanlands

Uppreistrarleiðari virkandi forseti í Sýria

Stýriskipanin verður fyribils sett úr gildi, og tjóðartingið verður sent til hús

Ahmad al-Sharaa, virkandi forseti í Sýria (Mynd: AP)

Ahmad al-Sharaa, virkandi forseti í Sýria (Mynd: AP)

2025-01-30 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sýriski uppreistrarleiðarinleiðarin, Ahmed al-Sharaa, er útnevndur til virkandi forseti í landinum, boða sýriskir statsmiðlar frá.

Eisini verður tjóðartingið og herurin hjá Assad-stjórnini send til hús, og landsins stýriskipan verður fyribils sett úr gildi.

Nýggi forsetin fær til uppgávu at skipa eitt "skiftisráð", inntil ein varandi stýriskipan er gjørd fyri Sýria, skrivar Ritzau.

Ahmed al-Sharaa hevur staðið á odda fyri uppreistrarbólkinum Hayat Tahrir al-Sham (HTS), sum spældi ein stóran leiklut í uppreistrinum móti Assad-stýrinum, sum í desember fór í søguna, eftir at uppreistrarbólkar tóku høvuðsstaðin Damaskus, og fyrrverandi forsetin, Bashar al-Assad mátti flýggja av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder