Støðan í Russlandi er bráddliga vorðin sera álvarslig, eftir at Wagner bólkurin hevur hertikið russiskar býir og hóttir við at fara til Moskva. Orsøkin til støðuna er tann, at leiðarin av Wagner bólkinum gevur ovastu russisku herovastunum skyldina fyri, at russiskir hermenn hava dripið fleiri av Wagner limunum í Ukraina.
Leiðarin av Wagner bólkinum Prigozjin krevur av Putin, at hann koyrir ovastu herovastarnar frá. Roknað verður við, at Wagner bólkurin telur 25.000 vælútgjørdar hermenn við tungum vápnum.
Eygleiðarar siga, at støðan er so mikið álvarslig, at hetta kann vera byrjanin til borgarakríggj í Russlandi.
Putin forseti roynir at seta hart móti hørðum og hevur kallað Wagner bólkin við Prigozjin odda fyri landasvíkjarar og hevur givið boð um at handtaka leiðsluna.
Enn er støðan sera óviss, tí enn er ikki greitt, um tað er komið til bardaga millum russiska herin og Wagner bólkin.
Umheimurin metir støðuna sera álvarsliga, og kann tað ganga báðar vegir. Wagner leiðarin hevur gjørt greitt, at atgerðirnar eru ikki vendar móti Putin forseta, men móti hansara fremstu herovastum. Eygleiðarar gita, at ein møguleiki fyri at koma hesi kreppu til lívs, er, at Putin koyrir sínar ovastu herovastar frá. Tað vil so aftur verða eitt sera stórt tap fyri Putin, sum fer at missa álit millum mangar av sínum stuðlum.
Tað verður eisini hildið, at Wagner bólkurin eigur nógvar stuðlar í russiska herinum, og tí er støðan fyri Putin at samanbera við eitt tvíeggjað svørð.
Wagner bólkurin hevur tikið seg úr Ukraina, har hann annars hevur staðið fyri russisku sigrunum í krígnum.
Støðan í russiska høvuðsstaðnum Moskva er sera spent. Býurin er settur í undantaksstøðu, nú tað ljóðar, at Wagner bólkurin stevnir móti Moskva við sínum vælútgjørdu herdeildum. Málið er at seta herovastarnar frá. Wagner leiðarin hevur annars funnist harðliga at krígnum í Ukraina, sum hann sigur byggir á eina lygn.
Stóri spurningurin í løtuni er, um russiskir hermenn fara at royna at steðga Wagner leiguherinum. Ella um hesir lata uppreistrarhermenninar sleppa at koyra víðari til Moskva. Tað ljóðar nú, at fleiri russiskar tyrlur eru skotnar niður.
Keldur: DR, NRK, E24, Washington Post, MSNBC, CNN, BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald