Harvið er uppreisturin móti hernaðarligu leiðsluni í Russlandi av. Tað, sum tyktist at gerast byrjanin til eitt borgarakríggj í Russlandi, endaði bráddliga uttan bardagar millum russiska herin og Wagner bólkin.
Sambært DR var tað forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sum fekk steðgað uppreistrinum, tá hann bjóðaði seg fram sum meklara millum Wagner bólkin og russisku stjórnina.
Úrslitið av hesi samráðing varð, at leiðarin av Wagner bólkinum Jevgenij Prigozjin gjørdi av at steðga herferðini móti Moskva og taka seg úr býnum Rostov, sum herdeildir hjá bólkinum tóku ræði á fríggjadagin við kravi um, at ovasta hernaðaliga leiðslan í Kreml skuldi leggja frá tær.
Eftir hetta bað Putin forseti sínar herdeildir taka Prigozjin, sum hann kallaði ein landasvíkjara.Wagner leiðarin hevði vónað, at russiskar herdeildin fóru at venda stýrinum í Kreml bakið og gerast partur av uppreistrinum.
Men seint leygardagin komu so tíðindini um, at Prigozjin hevði gjørt eina avtalu við Putin gjøgnum forsetan í Hvítarusslandi um at gevast við uppreistrinum. Afturfyri hevur Putin forseti givið Wagner leiðaranum og hansara herdeildum frítt leiti. Tær verða ikki revsaðar men gerast nú partur av tí russiska herinum. Prigozjin skal hava fingið uppihaldsloyvi í Hvítarusslandi.
Enn er óvist, hvørjar avleiðingar støðan fær fyri kríggið í Ukraina. Viðmerkjarar siga, at hóast Putin fekk seinasta orðið í hesi ósemjuni, so stendur hann veikari sum forseti í Russlandi. Eingin hevði nevniliga ímyndað sær, at ein slík hóttan móti stýrinum í Kreml skuldi taka seg upp.
Báðir partar siga, at teir við semjuni vilja forða fyri, at russiskir hermenn drepa russiskar hermenn.
Tað var annars stóra ónøgdin hjá Wagner bólkinum við russisku handfaringina av krígnum í Ukraina, sum elvdi til, at Wagner bólkurin hersetti milliónabý í syðra partinum av Russlandi og sendi stríðsvognar móti Moskva. Kravið var, at tveir teir ovastu herovastir í russiska herinum skuldu koyrast frá, tí teir vóru orsøkin til, at nógvir Wagner hermenn høvdu latið lív, tí teir ikki fingu neyðugu útgerðina og vápnini frá russisku deildunum. Annars hevur Putin róst Wagner hermonnunum fyri teirra lut í krígnum.
Kwldur: DR, NRK, E24, BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald