
Vinnu- og havnaøkini á Oyrarbakka, við Norðskála og við Áir verða nú ruddað, og í hesum sambandi heitir Sunda kommuna á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast.
Hetta skal gerast í seinasta lagi 10. desember.
Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Sunda kommunu um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar – tað verið seg akfør, viðfestisvognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd, skrivar kommunan.
Er tilfarið ikki ruddað burtur 10. desember, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.
Er nakað ivamál í hesum sambandi, ber til at seta seg í samband við kommununa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald