2020-12-22 16:50
Myndaevnið er um, tá Gud skapti heimin og alt vit síggja í dag. Til hvørja mynd eru stuttir tekstir við ávísing til samsvarandi evni í Bíbliuni. Her kunna foreldur og børn hyggja at myndunum og tosa um evnið, sum umrøtt verður. Møguligt er eisini at finna tekstin í Bíbliuni og lesa saman við barninum.
Tað er forlagið BÓKIN hjá Føroyska Bíbliufelagnum , sum gevur bókina út, og hon fæst í bókasølum kring landið fyri 99,- kr. Marta Aðalsteinsdóttir Dalsgaard úr Klaksvík hevur gjørt bæði myndir og tekst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald