Innanlands

Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd og náttúrufriðing til hoyringar

Uppskotið til náttúruverndarlóg er ein liður í at fremja sáttmálan um lívmargfeldi í føroyskari lóggávu og kemur ístaðin fyri ein part av galdandi náttúrufriðingarló

2021-07-23 21:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Uppskot til náttúruverndarlóg og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing verða nú sendar til hoyringar.

Uppskotið til náttúruverndarlóg kemur í staðin fyri ein part av galdandi náttúrufriðingarlóg, men fevnir eisini munandi víðari enn galdandi lóg. Av tí at uppskotið til náttúruverndarlóg ásetur nýggjar reglur um skipan av verndarøkjum og vernd av dýra- og plantusløgum, verða friðingarheimildirnar tiknar úr náttúrufriðingarlógini. Eftir uppskotinum til náttúruverndarlóg verður tað landsstýrismaðurin, sum við kunngerð skal kunna seta slík verndartiltøk í verk, og ein náttúrufyrisiting undir landsstýrismanninum, sum skal skipa og sita fyri verndini í verki.

Uppskotið til náttúruverndarlóg er ein liður í at fremja sáttmálan um lívmargfeldi í føroyskari lóggávu og miðar eftir at røkja lív-, landslags- og jarðfrøðimargfeldið umframt tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í tí føroysku náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki.

Uppskotið dagførir og fjøltáttar regluverkið um vernd  av dýra- og plantusløgum og um økisvernd og útvegar heimildir til at basa hóttanini frá fremmandum lívverum.

Freistin at lata inn ummæli er mánadagin 6. septembur 2021.

Til ber at síggja uppskotini her

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder