Innanlands

Uppskot til løgtingslóg um pant á íløtum til hoyringar

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at gera tað møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað, og eitt annað endamál við uppskotinum er at fáa landsstýrismanninum heimild at áseta í kunngerð, hvørji íløt við hvørjum innihaldi skulu verða pantáløgd

(Mynd: uvmr.fo)

(Mynd: uvmr.fo)

2022-09-10 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er í ávísan mun ein avbjóðing hjá borgarum at sleppa av við sínar pantáløgdu fløskur og dósir og at fáa pantið aftur. Hetta, tí at ikki allir handlar hava skyldu at taka ímóti íløtum, sum teir ikki sjálvir selja, og sostatt hevur verið neyðugt hjá kundum at fara í fleiri handlar fyri at sleppa av við pantáløgd íløt.

Tosað hevur verið um hesa avbjóðing í fleiri ár, og nú er eitt nýtt uppskot um pant sent til hoyringar. 

Høvuðsendamálið við nýggja lógaruppskotinum er, sambært Umhvørvis- og vinnumálaráðnum, at gera tað møguligt hjá viðskiftafólki at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað, og tí verður ásett sum útgangsstøði, at øll sølustøð, sum selja pantáløgd íløt, hava skyldu til at taka ímóti øllum pantáløgdum íløtum og at rinda pant fyri tey.

Eitt annað endamál við uppskotinum er at fáa landsstýrismanninum heimild at áseta í kunngerð, hvørji íløt við hvørjum innihaldi skulu verða pantáløgd.

Ásett verður, at lógin fevnir um íløt til drykkjuvørur og matvørur, og at landsstýrismaðurin nágreinar í kunngerð, júst hvørji íløt við hvørjum innihaldi, lógin fevnir um. Á henda hátt verður lógin meira opin við atliti at, hvørji íløt kunnu verða pantáløgd, og tað verður skjótari og smidligari at leggja íløt afturat, tá ið tørvur er á tí.

Uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur er eisini sent út saman við lógaruppskotinum.

Kunngerðin fevnir um somu íløt og pantvirðir sum galdandi kunngerð, og hevur serligar ásetingar um móttøku av íløtum til drykkjuvørur, sum eru fevndar av rúsdrekkalógini, skrivar Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Uppskotið til løgtingslóg og kunngerð síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder