Innanlands

Uppskot til miðstaðarøki í Vestmanna

Eitt skitsuuppskot er gjørt til miðstaðarøkið í Vestmanna – Tað er Vestmanna Fiskavirki, sum hevur heitt á Selmar Nielsen, arkitekt um at gera ætlanina

(Mynd: Vestmanna.fo)

(Mynd: Vestmanna.fo)

2021-11-20 16:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vestmanna Fiskavirki hevur latið gjørt eina skitsuverkætlan til miðstaðarøkið í Vestmanna.

Skitsuuppskotið verður sýnt fram á kommunuskrivstovuni til ársskiftið.

Eyðun Olsen, stjóri á Vestmanna Fiskavirki, sigur, sambært heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu, at talan ikki er um "eitt liðugt prosjekt" men um eitt opið hugskotskatalog til eitt nýtt miðstaðarhús, sum vónandi fer at kveikja hugskot og skapa møguleikar og samstørv til gagns fyri framtíðina í Vestmanna.

Vestmanna Fiskavirki hevur síðani 2011 havt sítt virksemi í tveimum bygningum. Talan er um flakavirkið niðri á Heyganesi og uppisjóvarvirkið við Bakkaveg, men í eina tíð hava tey á Fiskavirkinum umhugsað at samla alt virksemið undir einari lon. Í hesum sambandi hava tey gjørt metingar av, hvør bygningur og staðseting er betra loysnin.

– Vit hava í nøkrum umførum greitt Vestmanna kommunu frá okkara ætlan og hevur kommunan sýnt hesum stóran áhuga. Skilligt er, at kommunan sær eina flyting oman á Heyganes sum betru loysnina, skrivar fiskavirkið.

Fyri at koma víðari við hesi ætlan varð heitt á Selmar Nielsen, arkitekt, um at gera eina skitsuætlan til, hvussu man í best møguligan mun kunnu gagnnýta økið við Bakkaveg, har uppisjóvarvirkið nú er. Bygningurin liggur uppat miðstaðarøkinum og kann sostatt nýtast í eini nýggjari miðstaðarbygging, sigur Vestmanna Fiskavirki.

Selmar Nielsen lýsir staðsetingina soleiðis:

– Virkisbygningurin liggur á markinum millum havnarøkið og miðstaðarøkið. Staðsetingin framvið havnarøkinum á aðrari síðuni og bygdini liggjandi á hinari síðuni, skapar ein náttúrligan miðdepil, sum eigur at verða gagnnýttur!

– Nýggja miðstaðartorgið verður náttúrligi miðdepilin í Vestmanna. Harumframt verður tað nýggja bindiliðið millum bygdina og havnina við møguleikum fyri fleiri nýggjum funktiónum og tilboðum, til gleði fyri allar borgarar í Vestmanna.

Meira um uppskotið sæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder