2019-10-28 19:55
Fyri triðju ferð hevur bretska Undirhúsið atkvøtt ímóti uppskoti frá Boris Johnson um nýval í Bretlandi.
299 atkvøddu fyri og 70 atkvøddu ímóti. Forsætisráðharrin Boris Johnson ætlaði at val skuldi vera tann 12. desember, men tað rakk ikki teimum 434 atkvøðunum, sum skuldu til.
- Tingið hevur atkvøtt fyri at binda fólki tið ES í tríggjar mánaðir afturat ímóti teirra vilja og fyri ein prís upp á eina milliard pund um mánaðin, segði Boris Johnson í Undirhúsinum í kvøld.
Tað eru trý ár og fýra mánaðir síðani bretar vóru á fólkaatkvøðu og atkvøddu at fara úr ES. Tað er útsett fleiri ferðir, og fyrr í dag gav ES loyvi til at útseta Brexti enn einaferð, hesaferð til 31. januar 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald