Innanlands

Uppskotið lagt fram: Vilja javnseta samkynd foreldur

Umboð fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn hava í dag lagt uppskot fram um barsil til samkynd foreldur

2020-10-20 21:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt uppskot sum er lagt fram í dag skal javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening, og harvið at javnseta rættin hjá øllum børnum at hava møguleika fyri, at hava bæði foreldrini um seg í barsilstíðini.

Tað eru Bjørt Samuelsen, Beinta Løwe, Hervør Pálsdóttir, Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen, Ingilín Didriksen Strøm, Djóni N Joensen, Jóhannis Joensen, sum øll eur umboð fyri andstøðuflokkarnar Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn, sum hava lagt uppskotið fram.

Støðan er soleiðis í dag, at eitt samkynd par, sum fær eitt barn, ikki hevur javnsettan rætt til barsilsfarloyvi og -útgjald. Hetta hóast tey eru felags um barnið. Sum dømi kann nevnast, at hóast tvær kvinnur eru giftar, og fáa eitt barn, so verður tann, sum ber barnið, viðfarin eftir reglunum í barsilsskipanini fyri støk. Onnur mamman fær alt barsilsfarloyvið ímeðan hin fær einki. Fleiri samkynd foreldur og børn teirra eru fyri hesum mismuni í Føroyum.

- Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið, fyrstu árini av lívi sínum, fær møguleika at vera nógv saman við foreldrum sínum. Tí tað er hesa tíðina, tryggleikin og tøttu bondini fyri restina av lívinum verða knýtt, stendur í tíðindaskrivi.

Í 2016 fingu samkynd rætt til at giftast borgarliga í Føroyum. Uppskotsstillararnir halda, at tað er neyðugt, at lóggáva, sum framvegis ger mun á samkyndum og hinskyndum hjúnum, og børnum teirra, verður dagførd. Her verður eitt nú hugsað um lóggávu kring foreldrarætt og rættindi hjá børnum til bæði foreldur. Broytingin í Barsilslógini fevnir einans um rættin til barsil við løn og til útgjald av barsilspeningi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder