Innanlands

Uppsteðgaður bilur tarnaði ferðsluni í Eysturoyartunlinum

Bíðirøð í Eysturoyartunlinum í gjárkvøldið. Ein uppsteðgaður bilur førdi til at bummurin á Rókini fór niður

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-29 09:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um seks tíðina í gjárkvøldið steðgaði ein bilur upp í Eysturoyartunlinum. Staðsetingin var eitt sindur óheppin, tí tað var í svinginum frá Rókini og oman til rundkoyringina. Tískil var sýnið ikki gott, tá bilar skuldu yvirhála.

Á løgreglustøðini í Havn hava tey atgongd til vakmyndatólini í tunlinum, og har sóu tey beinanvegin at uppsteðgaði bilurin elvdi til bíðirøðir. Ein bilur var sendur av støðini beinanvegin at leiða ferðsluna, og eisini var bummurin við tunnilsmunnan á Rókini lagdur niður. Hetta fyri at umganga óhapp við mótkoyrandi ferðslu.

Boð vórðu send eftir einum kranavogni at koma eftir bilinum, og tað var ein lítil løta, so var hann fluttur og ferðslan koyrdi sum vant aftur, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder