
Við teimum nýggju heimildunum er møguligt at byggja umleið 100 nýggjar bústaðir um árið. Hetta er tó lítið í mun til bíðilistan. Talið av virknum umsøkjarum hjá Bústøðum liggur á umleið 2.100.
Umleið 1.600 umsøkjarar limaðu seg inn í 2013, tá byggiverksemið hjá stovninum varð sett í verk, men framvegis eru nógv teirra, sum enn ikki fingið tilboð um nakra íbúð. Sostatt nøkta Bústaðir á ongan hátt at nøkta eftirspurningin, staðfestir Andras Róin, stjóri.
---
Tema um bústaðartrot
Blaðið Vikuskifti viðger í tveimum útgávum bústaðarmarknaðin og serliga bústaðartrotið, ið er vaksið nógv seinnu árini. Ikki minst eftir stóru tilflytingina og harvið stóra fólkavøksturin, sum vit hava upplivað í Føroyum seinastu seks-sjey árini.
---
Les alla greinina og fleiri aðrar ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald