Uttanlands

Úr at gera á markinum millum Finnland og Russland

Í gjár øktist ferðslan um markið millum Finnland og Russland, eftir Putin hevði boðað frá, at 300.000 hermenn afturat skuldu sendast til Ukraina

Skelti lýsir við sølu av finskum vørum í handli í Sankta Pætursborg í Russlandi (Mynd: EPA)

Skelti lýsir við sølu av finskum vørum í handli í Sankta Pætursborg í Russlandi (Mynd: EPA)

2022-09-22 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ferðslan um markið millum Finnland og Russland øktist, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin í røðu mikumorgunin boðaði frá, at hann 300.000 hermenn afturat skuldu sendast til Ukraina.

Finska marknaeftirlitið upplýsir, sambært Reuters, 4.824 russiskir ríkisborgarar komu til finska markið mikudagin – munandi fleiri enn teir 3.133 sum komu sama dag í síðstu viku.

Finnland er eitt av fáum evropeiskum londum, sum framvegis loyva russum at ferðast inn í landið.

Lettland, eitt annað grannaland hjá Russlandi, hevur hinvegin boðað frá, at russar ikki sleppa at rýma undan herskyldu umvegis Lettland.

Les eisini: Russar sleppa ikki at rýma til Lettlands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder