Mentan

Úr heiminum, til sjúkrahúsið og heim aftur

Nýggi filmurin ”Verkir” í Filmsfelagnum

2019-06-06 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Filmurin "Verkir" er nýggjur føroyskur heimildarfilmur, sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdóttur hava gjørt um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús.

Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum, Havnar Bio, mikukvøldið 12. juni, og aftur í Løkshøll í Runavík kvøldið eftir, 13. juni.

Karina og Theresa siga, at talið á heimaføðingum er seinastu tvey árini fleirfaldað, og okkurt bendir á, at fleiri kvinnur tilvitað aftur velja at eiga heima.

Í filminum "Verkir" hitta vit kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundan um føðingina.

Samrøðufólk í filminum ”Verkir” eru Ingibjørg Rasmussen, Eyðgerð Amanda Petersen, Aslaug Víká Petersen, Helen Joensen, Elina Hammer Olsen, Elsa Hallfríður Rasmussen, Poulina Abrahamsen, Jensa Samson, Jytte Joensen, Durita Hanusardóttar Jacobsen, Rannvá Simonsen, Sigmund Jógvansson, Fríða Jórunardóttir, Annika Beinta Hoydal, Anna Christiansen og Bjørt Joensen Dahl.

"Verkir" er heimildarfilmur eftir Karinu & Theresu Jákupsdøtur, tónasmiður er Jón Klæmint Hofgaard og ljóðmyndina gjørdi Jón McBirnie. Permumyndina, sum er heft við, gjørdi Sára Mikkelsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder