Innanlands

Úr Landsverki til IRF

Tekur við eftir Poul Andrias Joensen, sum hevur stjórnað IRF síðan 1992

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-21 13:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Úr almennum stovni til ein interkommunalan stovn. Bert tveir tímar eftir at tað kom fram, at Sigurd L. Lamhauge hevur sagt upp sum stjóri í Landsverki, komu boðini um, hvat hann ístaðin fer at gera.

Seinnapartin boðaði internationali renovasjónsfelagsskapurin, IRF, frá, at Sigurð L. Lamhauge er settur sum nýggjur stjóri eftir Poul Andrias Joensen, ið fer frá vegna aldur.

Sigurd er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og er master í leiðslu. Sigurd hevur starvast í nógvum ymiskum verkætlanum, sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder