Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur gjørt eina støðulýsing av integrasjónini í Føroyum. Tølini vísa millum annað, at har eru 1.794 fólk úr yvir 100 ymiskum londum, ið búgva í Føroyum.
Har stendur eisini, at alsamt fleiri útlendingar fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum; í fjør fingu 55 fólk úr 25 londum varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. 20 av teimum eru úr Filipsoyggjunum.
Kringvarpið skrivar, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur eisini hugt eftir, hvussu nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum:
- Tann 1. februar í ár arbeiddu 1.214 útlendingar í Føroyum, 160 norðurlendingar, 498 fólk úr ES londum, tá Danmark, Svøríki og Finnland eru undantikin, 97 fólk úr londum í Evropa, sum ikki eru Norðurlond ella ES-lond og 459 úr londum í øðrum heimspørtum.
Tey flestu av hesum - 200 - eru í byggivinnuni.
Leingi hevur ein integrasjónslóg í Føroyum verið eftirlýst. Ein slík var á orði í Integrasjónsálitinum frá 2011. Lógin skal millum annað áseta treytirnar fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Føroyskt mál skal verða tað mest týdningarmikla í hesum førinum.
Sí alla støðulýsingina her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald