Hon hevur seinastu mánaðirnar verið spinndoktari - samskiftisfólk - hjá Tjóðveldi, men 1. januar tekur Katrin Petersen við sum nýggjur tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya.
Nýggi tíðindaleiðarin á Føroya størsta journalistiska arbeiðisplássi metir tað ikki vera ein trupulleika, at hon kemur úr starvi fyri ein politiskan flokk sum situr í landsins stjørn. Tað segði hon í samrøðu við John Johannesen í útvarpstíðindunum í kvøld.
- Tað at arbeiða fyri ein politiskan flokk, er eisini eitt samskiftisstarv. Nokkso nógv, sum eru útbúgvin innan miðlar fara í politikk. Sum samskiftisfólk ella stilla upp. Tað er kanska ikki so løgið, at onkur av teimum, sum koma aftur í Kringvarpið hava verið í hasari verðini. Antin hevur tú verið úti hjá tí privata ella hjá onkrum parti av politisku skipanini, segði Katrin Petersen við útvarpið í kvøld.
Hon sigur, at hon hevur arbeitt professionelt fyri Tjóðveldi, og tað ætlar hon eisini at gera fyri Kringvarpið.
- Tá man skiftir starv uppá handan mátan eru báðir partar áhugaðir í at kvetta linjurnar. Haldi ikki man blívur við at hava eina "hotline" inn til landsstýrisfólkini, tí tað eru tey fyri so vítt heldur ikki áhugaði í, heldur Katrin Petersen.
Katrin Petersen hevur áður verið virkandi tíðindaleiðari í SVF og hevur eisini verið journalistur, redaktørur og vertur í Degi og Viku í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald