placeholder
Innanlands

Úr United-troyggjuni

Katrina Maria úr Havn við nýggjari myndarøð

Katrina Maria Christiansen (Mynd: Mikkel Laumann, mlaumann.com)

Katrina Maria Christiansen (Mynd: Mikkel Laumann, mlaumann.com)

2019-07-23 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hon er av fleiri avísum útnevnd at vera vakrasti Manchester United-fjeppari í heiminum og ársins sprund í M!, og so er hon eisini úr Havn.

27 ára gamla Katrina Maria Christiansen ger aftur um seg, og hesaferð við nýggjari myndarøð, sum fotografurin Mikkel Laumann hevur gjørt.

Katrina Maria hevur fleiri ferðir seinnu árini verið frammi á millum annað mannfólkaheimasíðunum Mmm.dk og Connery.dk, og tá hevur Mikkel Laumann eisini verið myndamaður.

Tað er serliga á Instagram, at hon ger um seg, og hon hevur nú næstan 60.000 fylgjarar. Javnan verða hesir fylgjarar millum annað dagførdir um gongdina hjá liðnum Manchester United, og um hvat annars rørir seg.

Øll myndarøðin sæst her

Instagram hjá Katrinu Mariu sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder