Mentan

Úrslitið av Landsseyðasýningini kunngjørt í kvøld

Úrslitið verður kunngjørt í beinleiðis sjónvarpssending beint eftir landsdystin

Mynd: Búnaðarstovan

Mynd: Búnaðarstovan

2020-11-14 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld klokkan 19.20 verður úrslitið av ársins landsseyðasýning almannakunngjørt í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Orsakað av farsóttini ber nevniliga ikki til at skipa fyri almennum tiltaki í ár.

Aftur í ár hava sýnsmenn verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til sýningina. Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni,Streymoynni, og í Suðuroy.

Sent verður beinleiðis av Búnaðarstovuni, har greitt verður frá seyðasýningini og prátað verður við bøndur og seyðamenn kring landið um seyð og seyðasýningar. Landstýrismaðurin í landbúnaðarmálum, Helgi Abrahamsen, fer at kunngera úrslitið.

Sendingin varðar væntandi í hálvan annan tíma, sigur Búnaðarstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder